Móttøka fyri Víkinga liðnum

Eystur kommuna skrivar í kvøld, at móttøka verður fyri Víkinga liðnum, sum kemur aftur til landið í kvøld.

Í kvøld, fríggjakvøld 11. juli, verður móttøka í Sarpugerði í samband við at Effo liðið hjá Víkingi hevur spælt seg víðari í Europa League eftir ein javnleik ímóti Daugava Dauvavpils.

Víkingaliðið vendir nøsina heimeftir úr Letlandi í kvøld. Flogfarið er sambært Facebook-síðuni hjá Víkingi 1 tíma 25 minuttir seinkað, og sagt verður, at teir kunnu væntast í Sarpugerði umleið kl. 23.