Mótstøðuliðini hjá Føroyum kunngjørd

Føroysku hondbóltskvinnurnar skulu dystast móti Aserbadjan og Bulgaria.

Føroya eru komnar í bólk við Aserbadjan og Bulgaria til EM undan-undankappingina, eftir lutakast fyrrapartin í dag.

 

Í gjár gjørdi Hondbóltssambandið greitt, at føroysku hondbóltskvinnurnar fingu skipaðar umstøður til landsliðsvirksemi, tá ið Andreas F. Hansen og Harald Bjørgvin vórðu settir sum landsliðsvenjarar.

 

Somuleiðis varð stig tikið til, at tekna A-landsliðið hjá kvinnunum til EM undanumfar fyri fyrstu ferð, í eini roynd at kvalifiserað seg til endaspælið í Svøríki í 2016.

 

Les eisini: Venjararnir gleða seg

 

Undanumfari er skipað í tveir bólkar, harav Føroyar eru komnar í A-bólkin saman við Aserbadjan og Bulgaria. Í B-bólkinum eru Finland, Ísrael og Kosovo.

 

Kappingin verður skipað soleiðis, at vinnararnir úr bólkunum sleppa víðari til annað umfar í kappingini, tá ið størru honbóltstjóðirnar vera við.

 

Dystirnir hjá Føroyum skulu leikast í døgunum 12.-14. juni í summar.