Seinastu 20-30 árini hava alsamt fleiri sløg av bakterium útviklað antibiotikaresistens. Talið av infektiónum, ið koma av multiresistentum bakterium (MRB), og sum ikki kunna viðgerast, er ørkymlandi, skrivar Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi, sum er sent fjølmiðlunum.
Tað verður mett, at í Evropa doyggja umleið 25.000 fólk um árið av vandamiklum bakterium. Annað skakandi dømi er, at um 60.000 (seksti túsind) pinkubørn doyggja í India um árið av infektiónum, sum einki antibiotika finst ímóti.
Hetta er ikki bara ein trupulleiki, ið er avmarkaður til tey lond, har antibiotika verður brúkt við skilaloysi. Antibiotika verður misbrúkt um allan heimin, og tí hava multiresistentar bakteriur spjatt seg um allan heimin.
Fyri fáum árum síðani var MRB ikki ein trupulleiki, ið gjørdi stórvegis um seg í Danmark. Men nú økist talið støðugt, og fleiri tilburðir av multiresistentum bakterium eru eisini staðfestir í Føroyum. Í tølum tykist ikki at vera talan um nakra heilsuliga hóttan í Føroyum, men sammeta vit skrásettu tilburðirnar av MRB við skrásettu tilburðirnar í Danmark, hava vit ein lutfalsliga stóran trupulleika.
Síðan 2007 hevur Heilsumálaráðið havt eina virkisætlan ímóti MRSA (Meticillin resistentir Staphylococcus aureus). Knapt 50 tilburðir av MRSA eru staðfestir í Føroyum, men higartil er eydnast at fyribyrgja, at MRSA hevur spjatt seg ótemjandi.
- Tað er valla hugsandi, at vit í Føroyum kunna forða fyri, at MRB fer at økjast, men væntandi kunna vit avmarkað trupulleikan, um vit hava miðvís smittufyribyrgjandi tiltøk, og halda fast við ein tálmandi antibiotikapolitikk, skrivar Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi.
Tí verður í komandi mánað ein ráðstevna um evni á Hotel Føroyum. Endamálið við MRB-ráðstevnuni er at kunna um vaksandi trupulleikan og at geva íblástur til at herða tiltøkini ímóti MRB.
Fyrilestrarhaldarar eru Shahin Gaini, infektiónsmedisinari, Torkil á Steig nefrologur, báðir yvirlæknar á Landsjúkrahúsinum. Marita Debess Magnussen, medisinskur bakteriologur, Heilsufrøðiliga starvsstovan, Djóni Sandberg Joensen, serlækni í almennari medisin og kommunulækni í Kollafirði og William Smith, smittuverjufrøðingur Heilsuverk Føroya.
Hartil verða fleiri útlendskir serfrøðingar við á ráðstevnuni.
Tiltakið er fyriskipað av Heilsumálaráðnum, og er lagt til rættis av Smittuverjunevndini á Landssjúkra-húsinum saman við MRB-bólkinum, ið samskipar MRB-virkisætlanina fyri alt landið.