Dámligi danin við tí mildu útsjóndini fekk nøkur flott orð frá Richardi Mortensen, áðrenn hann sjálvur slapp á pallin. Hann er serliga kendur sum hondbóltsvenjari, men hann hevur eisini verið kommunalpolitikkari. Hann skuldi tosa um motivatión, og tað verður mett at vera týðandi í einari fyritøku.
Hann byrjaði við at greina motivatiónina við at nýta tey, sum stóðu, og tey, sum sótu niðri sum dømi.
- Hvat motiverar tykkum til at standa í nærum ein tíma, spurdi Ulrik.
Hann er náttúrligur og stuttligur. Tað er lætt at lurta eftir honum, tí at hann er allatíðina áhugaverdur.
Hann tosaði um einstaklinga-motivatión. Har kann ein nýta ymiskar spyrjihættir, sum skal syrgja fyri, at øll hava tað gott.
Einstaklingarnir
- Summi eru sosialt orienterað í hondbóltinum. Tey eru bundin at liðfeløgunum, og tey eru góðir liðspælarar. Tað eru tó eisini tey, sum eru einstaklingar. Tað eru tey, sum hugsa um seg sjálvan fram um liðið. Tey kunnu eisini hava góðar eginleikar, sum millum annað kunnu nýtast, tá ið vit eru aftanfyri í einum hondbóltsdysti og hava brúk fyri einum, sum kann gera okkurt út yvir tað vanliga, segði Ulrik.
Hann greiddi frá einum dømi um ein spælara, sum var keddur, hóast liðið hevði vunnið ein EM-dyst. Úrslitið var sera flott, og øll vóru sera væl nøgd. Men hesin spælarin var ikki glaður, tí at hann var ónøgdur við sítt egna avrik, greiddi Ulrik frá.
- Samskifti og kunning kunnu vit ongantíð fáa nóg mikið av. Tað er sera ómotiverandi at kenna, at tú verður yvirsæddur, segði Ulrik.
- Samskifti kann geva okkum ognarkenslu í felagnum, segði Ulrik.
Sálarligir teknikkir
Hann brúkti dømi um spælarar, sum høvdu brúk fyri vegleiðing. Hann arbeiddi nógv við hesum spælarum sálarliga, og tað hjálpti teimum.
- Eg brúki mangan sovorðnar sálarligar teknikkir, sum skulu hjálpa spælarunum at gerast betri, segði Ulrik.
Tað er týdningarmikið at seta fleiri smærri mál til tess at náa tað endaliga málið, segði Ulrik.
Sìðani fór Ulrik at tosa um tey ymisku sløgini av persónum. Summi eru skapandi og hyggja altíð frameftir. Onnur eru "bókhaldarar", sum møta til tíðina, og avtalurnar eru sera týdningarmiklar. Onnur eru "konfliktsky". Uppaftur onnur vilja vinna fyri einhvønn prís.
Íblástur í okkara høpi
Ulrik dugdi væl at greiða frá í myndum og brúkti allatíðina dømi frá sínum royndum sum venjari.
Á liðnum velur hann "ráðharrar", sum skulu standa fyri einum øki. Ein syrgir fyri teimum ungu, meðan onkur annar syrgir fyri, at liðfelagarnir hava tað gott heima.
- Tit hugsa kanska, hvat tit kunnu brúka hetta til, tá ið eg einans tosi um hondbólt. Men tað er ein avbjóðing hjá okkum at móttaka íblástur, og seta hann inn í okkara høpi, endaði Ulrik Vilbek.