TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá HB, aftaná 2-3 tapið hjá HB í Sarpugerði í Norðragøtu fyrr í dag.
Milan Cimburovic heldur seg ikki hava bestu treytirnar, nú HB hevur mist spælarar uttanlands, og aðrir spælarar stríðast við skaðar. Hann ásannar, at avrikið í fyrra hálvleiki í dag var alt annað enn nøktandi, tá HB var aftanfyri 0-2, men hann heldur, at hugburðurin var munandi betri í seinna hálvleiki, sum HB vann 2-1.