Danski landsliðsvenjarin Morten Olsen er farin at stúra fyri HM-dystunum ímóti Albania og Turkalandi, eftir at nógv avboð eru komin til danska lansliðið.
Spælarar sum Kasper Bøgelund, Peter Madsen, Martin Laursen og Daniel Jensen verða neyvan førir fyri at spæla, og aðrir spælarar eru ivasamir.
? Vit hava fingið so nógv avboð, sum vit kunnu tola. Um tað koma fleiri avboð, so standa vit í eini sera óheppnari støðu, sigur Morten Olsen.










