VINNULÍV
Herfyri keypti Mortan Højgaard ognirnar Inni á Rætt á Toftum, sum Eik Banki átti. Talan er um eina høll, sum er 800 fermetrar stór – ella 40 x 20 metrar hvønn vegin. Betongdekk er í syðra enda á bygninginum við lofti, sum er einar 200 fermetrar stórt. Á loftinum er skrivstova, men annars er loftið ikki innrættað.
Í hesi høllini eru tvey leigumál, har Bilaverkstaðið við Rætt er eitt og Smiðjan á Krossbakka eitt annað.
Hin høllin, sum er við í keypinum hjá Mortani Højgaard, liggur beint innan fyri hina fyrru og er 600 fermetrar stór – ella 30 x 20 metrar hvønn vegin. Her er fundamentið stoypt, og ein jarnkonstruktión er reist, men hendan høllin er ikki innilokað.
Mortan Højgaard, sum eigur felagið Sp/f DEH, sigur, at hann hevði tilsøgn um eitt grundøki frá Nes kommunu til bygging av einum bygningi innan fyri innaru høllina, sum hann nú hevur keypt.
- Í felagnum havi eg tveir lastbilar og tríggjar gravmaskinur, og eg hugsaði mær ein bygning til at hava hesar maskinur í. Men eg hevði ikki fingið byggiloyvi til bygningin, og eg helt eisini, at hann fór at gerast heldur smalur, tá lendið, sum eftir er har inni, er heldur trongt.
Hann sigur, at hann meiri av tilvild kom í prát við Eik Banka um ognirnar Inni á Rætt, sum Eik Banki átti.
- Vit tóku ein fund, og tá tað vísti seg, at eg kundi fáa eina eftir mínum tykki nøktandi avtalu um keyp, tók eg av, sigur Mortan Højgaard.
Hann sigur, at partarnir eru samdir um ikki at upplýsa keypsprísin.
Selir kanska annan
Mortan Højgaard sigur, at bygningurin, sum í løtuni hevur tvey leigumál, er keyptur við innbúgvi, eitt nú til bilaverkstaðið, umframt at har eru hydraulisk formborð til stoyping av betongelementum.
- Hesi formborð eru ongantíð brúkt, og eg fari ikki at stoypa elementir. Krani er eisini til stoypiútbúnaðin, men blandingsanleggið er ikki við, sigur hann.
Hann vísir á, at um áhugaðir keyparar eru til hendan útbúnaðin, er hann sinnaður at tosa við møguleikar keyparar.
Mortan sigur, at nú keypið av hallunum er so nýtt, hevur hann enn ikki tikið støðu til, hvussu verður við høllini, sum enn ikki er innilokað.
- Eg havi tilsøgn um fígging til at inniloka hesa høllina, men eg fari í vetur at hugsa um, hvat best er at gera. Her eru tveir møguleikar. Ein er, at høllin verður innilokað – og hin er, at eg velji at selja hana, um áhugaðir keyparar eru. Mær nýtist ikki at forhasta meg, nú eg havi hesar báðar møguleikarnar, heldur hann fyri.
Fegnast um virksemi
Mortan Højgaard yvirtók fyri fleiri árum síðan felagið, sum pápi hansara, Dánjal Eli Højgaard, átti.
- Hetta er eitt meiri enn seksti ára gamalt virksemi, har pápi mín hevði lastbil. Eg gjørdist virkin saman við pápa mínum fyri nógvum árum síðan og havi staðið fyri rakstrinum av felagnum seinstu umleið 30 árini.
Hann sigur, at avgerðin um at keypa bygningarnar Inni á Rætt, er ein avgerð, sum í fyrsta lagi snýr seg um at gera eina íløgu.
- Eg haldi, at hetta er ein skilagóð íløga, og eg fegnist um, at tey leigumál, sum eru í syðra bygninginum, eru skapandi fyri økið, og nú kunnu húsast undir tryggum og góðum kørmum, eftir at Eik Banki hevur sitið á hesum ognum.
Tað er felagið hjá Mortani Højgaard, Sp/f DEH, sum eigur allan partapeningin í nýggja felagnum, sum eitur Sp/f 1.9.2010.
- Í løtuni eru vit einir 3-4 mans, sum reka virksemið við lastbilum og gravmaskinum, og í syðra bygninginum Inni á Rætt eru eini 10-12 fólk í arbeiði.
Mortan Højgaard heldur tað vera hugnaligt soleiðis at vera partur av skapandi virkseminum í kommununi.
Bátar og bilar
Smiðan á Krossbakka fæst við glastrevjabátar og ymiskar maskinumvælingar, umframt at felagið veitir tænastur umborð á skipum, bátum og á virkjum í økinum.
Bilaverkstaðið, sum er eitt av teimum fáu í Eysturoy, tekur sær av ymiskum umvælingum og hevur sølu av eitt nú eykalutum og dekkum.
- Eg vóni, at hesar báðar fyritøkurnar framhaldandi kunnu kenna seg væl í bygninginum, sigur Mortan Højgaard.
Sosialurin kann leggja aftrat, at MJ Saltsøla í løtuni er í holt við at byggja ein bygning beint vestanfyri bygningarnar, sum Mortan Højgaard nú hevur keypt.
Og nú báðir eigararnir av hesum bygningum bera navnið Mortan, er onkur longu farin at rópa ídnaðarøkið ”Mortanshavn” eftir teimum báðum, Mortani Johannesen, Mortani á Saltsøluni – og Mortani Højgaard.