Morgunsvimjing vindur upp á seg

- Tað nýggja er, at høllin nú hevur opið hvønn morgun, og hetta er eitt tilboð, sum verður brúkt meira og meira, sigur Torkil Mørkøre.

 

Tað er Torkil Mørkøre, sum er leiðari av Klaksvíkar Svimjihøll, og hann hevur eisini umsitingarliga ábyrgd av øllum ítróttarøkinum í Klaksvík.

 

Hann gjørdist leiðari av svimjihøllini í 2007, og síðan 2013 hevur hann havt alt ítróttarøkið undir sær.

 

Men, Torkil Mørkøre er sjálvandi ikki einsamallur um at allar uppgávurnar. Aftrat sær hevur hann hallarvørð, vaskifólk og lívbjargarar umframt avloysarar.

 

Klaksvíkar Svimjihøll er við øllum sínum fasilitetum nakað serstakt fram um aðrar svimjihallir í Føroyum, og síðan undirsjóvartunnilin kom, leiga fleiri og fleiri seg inn í svimjihøllina.

 

Torkil Mørkøre sigur, at tað nýggja í Svimjihøllini í Klaksvík er, at høllin nú hevur opið hvønn morgun, og hetta er eitt tilboð, sum verður brúkt meira og meira.

 

- Høllin er opin til mongunsvimjing frá klokkan 06.45 til klokkan 10, tá fólk skulu vera komin uppaftur. Atgongumerkjasølan til morgunsvimjing letur aftur klokkan 08.45, sigur leiðarin í Svimjihøllini í Klaksvík.