Hin 3. august í ár vóru 45 ár síðani Tórshavnar Froskmannafelag varð stovnað. Endamál felagsins er smb. § 1 í lógum felagsins, "Við sameindum kreftum at granska verðina undir vatnskorpuni".
Teir íð tóku stig til at stovna felagið vóru Arnbjørn Thomsen sáli, Sámal Andreas Joensen, sáli vanliga nevndur Essa, Heri Mørkøre og Karl Johan Fossá.
Leygardagin 5. oktober hátíðarheldur felagið dagin eitt sindur ørvísi enn flest onnur. Kl. 1000 leygarmorgunin bjóðar felagið limum sínum til kaffiborð við rundstykkjum úti á flesini við Hoyvíkshólm. Nýggi báturin hjá felagnum fer at sigla í pendulfart út og inn úr Hoyvíkini við kavaraklæddum limum, íð ætla sær til borðs á flesini.
Um kvøldið verður veitsla í felagshølunum í Tórsgøtu, har Birgir Enni ger ein góðan bita úr sjónum, so sum krabbar, øður, rækjur og innbakaðan laks, meðan Fimmbogi Lisberg spælir hugnaligan tónleik afturvið.
Felagið hevur í ár avgjørt at heiðra 3 persónar, sum hvør á sín hátt eiga sín lut í, at felagið nú hevur 45 ár á baki. Teir vóru herfyri gjørdir til heiðurslimir og fáa á veitlsuni handaða heiðursgávu. Teir eru Heri Mørkøre, Karl Johan Fossá og Knút Bjørk. Knút hevur verið aktivur limur í nærum 40 ár.
Navnakapping hevur verið millum limirnar um, hvussu nýggi báturin skal eita. Nevndin avgerð á fundi áðrenn veitlsuna, hvat navn hóskar seg best og hetta verður síðani kunngjørt á veitsluni.
Annars er Tórshavnar Froskmannafelag eitt virkið felag. Venjingar eru í Svimjihøllini hvørt mikukvøld í vetrarhálvuni eins og felagstúrar og felagskvøld við kavarafilmun verða fyriskipaði.
Tórshavnar Froskmannafelag er eisini við í leiting og bjarging, tá vanliga kavaraorkan í føroysku tilbúgvingini ikki strekkjur til.
Felagið hevur 140 skrásettar limir, sum hava búðstað kring alt Føroya Land.
Í nevndini hjá froskmannafelagnum sita í løtuni:
Heri Andreassen formaður, Bogi Jacobsen kassameistari, Høgni Hansen skrivari, Rúni Simonsen og Regin Joensen nevndarlimir.










