Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðuni, at jólatræið á Vaglinum verður tendrað í morgin 1. desember kl. 15.30. Aftur í ár koma jólamennirnir á vitjan og við góðari hjálp frá børnunum á Vaglinum fara teir at tendra jólatræið, sum er ein gáva úr Reykjavík.
- Tiltakið Barnajól verður leygardagin 8. desember. Hetta er eitt tiltak, sum Margarinfabrikkin skipar fyri, og sum frálíður fara vit eisini at hoyra meira um tiltakið.
Leygardagin 15. desember kemur jólaskipið inn á Vágsbotn við øllum jólamonnunum, sum gleða seg at sleppa at heilsa uppá øll børnini í Føroyum. Við sær hava teir sjálvandi eina rúgvu av karamellum.
Jólabýurin letur uppaftur í ár. Hurðarnar vera ólæstar, og øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið og síggja jólaprýddu smátturnar. Eisini koma jólamenn í býin á rossabaki. Hetta verður leygardagin 22. desember, skrivar kommunan.
Hendan myndin varð tikin í dag.