Ein 43 ára gamal maður er handtikin fyri at hava hótt danska forsætisráðharran, Lars Løkke Rasmussen, og familju hansara eftir lívinum. Maðurin hevur sent fleiri brøv til bæði forsætismálaráðið, fleiri politiskar flokkar og fjølmiðlar.
Fyrstu brøvini vórðu send fyri 14 døgum síðani, men tá valdi løgreglan ikki at taka mannin til grundlógarhoyr.
- Nú hevur maðurin aftur sent hóttandi brøv, og løgreglan hevur tískil gjørt av at taka mannin til grundlógarhoyr við kravi um fongsling. Tað sigur Oskar Lassen, varapolitiinspektørur, sambært politiken.dk.
Maðurin sigur í brøvunum, at hann er partur av einum loyniligum bólki, sum vil myrða danska forsætisráðharran, um hann ikki tekur donsku hermenninar aftur úr Afganistan. Somuleiðis skrivar 43 ára gamli maðurin í brøvunum, at Lars Løkke Rasmussen hevur minni enn níggju vikur eftir at liva í.
Lars Løkke Rasmussen er giftur føroysku Sólrun Løkke Rasmussen, sum tískil eisini er rakt av drápshóttanunum. Men maðurin er nú handtikin, og tað var eingin trupulleiki hjá løgregluni, tí hann hevði skrivað bæði navn og adressu á brævbjálvan, sum hann sendi runt.