Monti vann álitisatkvøðugreiðslu

Nýggi forsætisráðharrin í Italia, Mario Monti, vann í kvøld eina álitisatkvøðugreiðslu í italska Senatinum við 281 atkvøðum ímóti 25. Eygleiðarar siga, at hetta var tann fyrsta royndin hjá serfrøðingastjórnini, sum hevur tikið við, eftir at stjórnin hjá Silvio Berlusconi fór frá í síðstu viku.

Í morgin skal hin deildin í tjóðartinginum taka støðu til, um hon hevur álit á Monti og stjórn hansara, men eygleiðarar í Rom siga, at eisini har fer stjórnin at vinna við stórum meiriluta.

Mario Monti kunngjørdi í dag, hvønn politikk hansara stjórn fer at reka fyri at fáa Italia burtur úr búskaparkreppuni.