Molde vil binda Jákup

Norska felagið bjóðar Jákupi Mikkelsen nýggjan tvey ára sáttmála

 

Vit hava áður greitt frá, at norska felagið Molde hevur havt áhuga í at leingja samstarvið við landsliðsmálverjan Jákup Mikkelsen.

Higartil hevur hetta verið orð og ynski, men nú ætlar leiðslan í felagnum at lata Jákupi eitt ítøkiligt uppskot um ein nýggjan sáttmála millum partarnar.

Tá Jákup til Molde í summar var ein fyribils hálvt ára avtala gjørd, og hesa tíðina skuldi greiða fáast á, um partarnir vóru sinnaðir fyri longri samstarvið.

Í Molde søgdu teir, at teir høvdu havt trupulleikar við at fáa spælarar at trívast har, og tí vildu teir vita, hvussu tað fór at vera við Jákupi, áðrenn teir gjørda sáttmála í fleiri ár.


Jákup nóg góður

Nú hevur Jákup verið í Molde í hálvt ár, og komandi vikuskiftið skal hann eftir ætlan spæla seinasta dystin fyri Molde.

Men leiðslan í Molde sigur nú, at hon fer at bjóða Jákupi ein nýggjan tvey ára sáttmála.

? Í løtuni hyggja vit ikki eftir nøkrum øðrum málverja, tí vit meta avrikið hjá Jákupi sum nóg gott til, at vit kunnu bjóða honum sáttmála, sigur Espen Silseth, sum er stjóri í felagnum, við norsku tíðindastovuna NTB.

Umframt Jákup hevur Molde tveir aðrar málverjar, sum kunnu spæla á besta liðnum. Teir eru Knud D. Lillebakk og Edward Gustafsson, sum hevur spælt tveir A-landsdystir fyri Svøríki.


Vann plássið

Jákup kom beinleiðis á liðið hjá Molde, tá hann byrjaði í felagnum í juli mánaði. Fyrstu dystirnar hildu trupulleikarnir við deyðbóltum, sum liðið hevði havt framman undan, fram, og tí var Jákup settur á beinkin nakrar dystir.

Tá hann nakrar vikur seinni kom heimaftur, eftir at hava spælt landsdyst fyri Føroyar, varð hann aftur settur á liðið, tí avloysarin hjá honum var skaddur.

Síðani tá hevur Jákup vart málið hjá Molde, og tað hevur gingið væl. Hóast Molde sunnudagin tapti 3-0 á heimavølli, so var avrikið hjá Jákupi gott, siga norskir fjølmiðlar.

Í øllum førum hevur tað verið so gott, at norska felagið vil hava føroyska málverjan at halda fram í felagnum.