Molde er favorittur hjá 19 altjóða veddingarfyritøkum

Her eru oddsini hjá 19 altjóða veddingarfyritøkum upp á dystin KÍ-Molde

Í annaðkvøld klokkan 19.45 verður stórdystur á Tórsvølli, tá KÍ í triðja undanumfarinum til Champions League tekur móti norska meistaraliðnum, Molde.

 

Tá KÍ hevði heimadystir móti Ferancvaros og móti BK Häcken í teimum fyrru undanumførunum vóru útiliðini favorittar hjá altjóða veddingarfyritøkunum.

 

Tað sama er galdandi aftur hesaferð. Útiliðið, Molde er favorittur hjá 19 altjóða veddingarfyritøkum.

 

Oddsini upp á útisigur til Molde liggja millum 1,57 og 1,70.

 

Oddsini upp á heimasigur til KÍ liggja millum 4,75 og 5,56.

 

Oddsini upp á javnleik, ið gjørdist úrslitið á heimavølli móti Ferancvaros og móti BK Häcken liggja millum 3,60 og 4,00.

 

HER eru oddsini: 

 

##med2##