Faroexpo-vinnustevnan, sum sá dagsins ljós í 2005, hevur undanfarin ár fevnt um eitt afturlatið partenariat og eina ráðstevnu. Sum nakað nýtt í ár verður í samstarv við Vinnuframa skipað fyri einari almennari søluframsýning sum part av Faroexpo 2015.
- Framsýningin - Føroysk framleiðsla - er til heiðurs fyri allar tær vørur og tænastur, sum verða framleiddar í Føroyum.
Tað siga fyrireikararnir av Faroexpo, sum vísa á, at endamálið við almennu framsýningini er at geva íverksetum og etableraðum føroyskum framleiðarum karmar til at netverka, samstarva, mennast og fáa íblástur.
- Samstundis fær almenningurin eyguni upp fyri øllum teimum fjølbroyttu vørum og tænastum, ið vera framleiddar í Føroyum, verður lagt aftrat.
Framúr góðu hølisviðurskiftini í Bylgjuni í Runavík hava gjørt tað møguligt at menna Faroexpo til eisini at fevna um hesa søluframsýning, sum verður opin fyri almenninginum 22. og 23. oktober.