Móðurmerkjakrabbi: Deyðleikin ikki øktur

Læknar meta, at lutfallsligi lági deyðleikin innan móðurmekjakrabba er ein sólskynsøga innan læknavísind. Hetta skrivar Politiken í dag

Móðurmerkjakrabbi kann vera ein deyðadómur, um krabbin ikki verður funnin rættstundis. Tískil er tað ræðandi, at talið av tilburðum er vaksandi. Tað sigur fremsti granskari innan móðurmerkjakrabba í Danmark, Krzysztof Drzewiecki, ið er yvirlækni á Ríkisjúkrahúsinum. 

 

- Seinastu tíggju árini er talið av móðurmerkjakrabba tilburðum økt meira enn undanfarnu tjúgu árini, sigur hann við Politiken í dag. 

 

Sambært heimasíðuni hjá Krabbameinsfelagnum í Føroyum er talið av tilburðum í Føroyum eisini økt síðan 1995. Í 1995 var nevniliga eingin tilburður skrásettur, men í 2005 vóru heili fimtan tilburðir skrásettir. Síðani er talið minkað niður í umleið seks. 

 

Hóast talið av tilburðum er økt nógv seinnu árini, er deyðleikin ikki øktur samsvarandi. Sambært Politiken er deyðleikin øktur heilt lítið seinnu árini, tí umleið 250 danir doyggja árliga av móðurmerkjakrabba, og hetta talið hevur verið støðugt seinnu árini. 

 

Ein sólskynssøga

- Orsøkin til góðu gongdina er, at útbreiðslan av móðurmerkjakrabba ið verður viðgjørdur stundisliga er størri enn útbreiðslan av móðurmerkjakrabba, ið verður skorin ov seint. Læknarnir megna at varnast krabban, áðrenn hann gerst deyðiligur, og tískil megna vit at halda deyðleikanum niðri. Tað er ein sólskynssøga, sigur Krzysztof Drzewiecki.