Vit ynskja og droyma øll um at standa á egnum beinum og at halda hús í orðsins størsta týdningi. Tí at halda hús merkir ikki bert, at vit duga og megna praktiskar húsarhalds uppgávur. Nei, tað merkir eisini, at vit læra at ansa eftir okkum sjálvum, øðrum menniskjum, umhvørvinum, og tí lokala og globala samfelagnum. Vit styrkjast sum einstaklingar og sum ein tilvitaður liður í eini størri eind. Soleiðis greiðir Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri á Húsarhaldsskúla Føroya, frá um skúlan og heitið húsarhald, sum ofta verður misskilt.
Skilt á tann hátt, er Húsarhaldsskúli Føroya ein modernaður skúli, sum leggur stóran dent á uppaling, heilsu, kropp, siðbundna og nýmótans matmentan, matgerð og umhvørvi.
Í dagsins samfelagi eru vit alsamt vorðin meir tilvitað um týdningin av at ansa eftir umhvørvinum. Hetta er tó nakað, sum altíð hevur verið umráðandi á Húsarhaldsskúlanum.
– Tað er umráðandi, at vit læra at gera alt frá botni av. Tað er ein liður í undirvísingini, at øll læra hesi tingini. Eisini leggja vit dent á at hugsa grønt, burðardygt og heilsugott, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti.
Einmentanarberi
Húsarhaldsskúlin er ein mentanarberi bæði tá mati og hondarbeiði viðvíkjur. Ein partur av siðbundna føroyska matinum er við at hvørva í føroyska matinum, og tí verður tilvitað undirvíst í hesum.
##med2##
– Allir næmingarnir hjá okkum royna at gera blóðpylsu, rullupylsu, hagreiða fugl og seyð, seta epli niður og taka epli og rabarbur upp. Vit fiska og gera knetti og frikadellir, men vit gera eisini fisk og kips og sushi, sigur hon.
– Vit eru ein modernaður, innovativur og kreativur skúli. Vit hugsa serliga nógv um burðardygga matframleiðslu, umhvørvið og hondarbeiði. Her møtir tað gamla tí nýggja, tí vit hava kjølfesti í gomlu mat- og hondarbeiðsmentanini, sum eg haldi er umráðandi.
Á Húsarhaldsskúlanum verður eisini stórur dentur lagdur á hondarbeiði, sum veruliga er vaksið í virði bæði í Føroyum og uttanlands. Eisini vísur nógv gransking nú, at hondarbeiði er serliga gott fyri sálarheilsuna. Á skúlanum er millum annað undirvísing í hondarbeiði av alskins slag, og fleiri av næmingunum gera síni egnu føroysku klæði.
– Tað er heilt ótrúligt at hava gjørt alt til klæðini sum 16 ára gamal. Vit tosa ikki bert um at seyma skjúrtið, men eisini um at binda troyggjuna, bregda bandið og alt annað, sum hoyrir til, sigur hon sannførd.
##med3##
Tað sosiala vigar mest
Hóast nógv grundleggjandi hendir hesar 26 vikurnar skeiðið er í gond, so er Jóhanna á Tjaldrafløtti sannførd um, at tað, ið vigar allar mest hjá næmingunum er tann sosiali parturin.
Hesum taka 17 ára gamla Elin Andreassen úr Havn og 16 ára gamla Bára Magnussen úr Trongisvági, sum ganga báðar á Húsarhaldsskúla nú, undir við.
– Eingin situr einsamøll her. Samanhaldið er ómetaliga gott. Tað verða sterk bond knýtt hesar vikunar, og vit hava fingið vinir fyri lívið, sigur tær báðar.
##med4##
– Eg vildi fegin sleppa á ein skúla, har eg slapp at brúka hendurnar, tí tað dugi eg væl, sigur Bára Magnussen.
– Upprunaliga valdi eg Húsarhaldsskúlan, tí eg eri áhugað í matgerð, men nú tími eg eisini ómetaliga væl hondarbeiði, leggur Elin Andreassen aftrat, tá tær verða spurdar, hví tær valdu at fara á Húsarhaldsskúla.
Tær siga báðar í ein munn, at tær heilt víst vilja viðmæla ungum at royna langa skeiðið, sum Húsarhaldsskúlin bjóðar. Tá skeiðið er liðugt fara báðar at finna sær arbeiði, áðrenn tær fara undir víðari lestur.
– Eftir at hava tikið hetta skeiðið eri eg tryggari í køkinum, og nú dugi eg at seta meg at seyma ella brodera, sigur Elin Andreassen.
– Eg kenni meg eisini stinnari, tá eg geri mat, og nú bíðar familjan heima eftir, at eg seti matin á borðið, flennir Bára Magnussen.