MMR keypir hús frá Havnar kommunu

NSR-húsini á Frælsinum í Havn hava staðið til sølu til november í fjør. Nú hevur Mentamálaráðið útvegað sær heimild at keypa húsini.

NSR-húsini á Frælsinum í Havn hava staðið til sølu til november í fjør. Nú hevur Mentamálaráðið útvegað sær heimild at keypa húsini.

 

Tað kom fram á býráðsfundinum í Havn hóskvøldið. Talan er um gomlu sethúsini hjá Marius Gardshodn á Frælsinum. Húsini liggja inni á økinum, har Skúlin á Trøðni og Læraraskúlin/Venjingarskúlin eru, og tey hava verið brúkt til NSR tænastuna, sum er sernóm í Havn.

 

Tað var eftir at Tórshavnar býráð keypti ognirnar hjá BankNordik í miðbýnum og í Húsagøtu, at nógvar aðrar ognir hjá Tórshavnar kommunu vórðu settar á sløulista. Húsini á Frælsinum er ein av hesum ognum.

 

Upplýst verður í gerðabókini hjá Tórshavnar býráð, at húsini hava staðið á sølulista hjá meklarafyritøku, og í november í fjør vórðu tey tikin av sølulistanum, og varð tá avtalað við Mentamálaráðið, at Mentamálaráðið lænir sethúsini í fyrsta ársfjórðingi 2015 til framhaldandi nýtslu hjá NSR (Sernám Tórshavn)

 

Upplýst varð, at Mentamálaráðið nú hevur útvegað sær heimild og játtan til at keypa húsini fyri 2,5 milliónir krónur íroknað innbúgv og útgerð.

 

Kommunustjórin og leiðarin á løgdeildini mæltu til at selja Mentamálaráðnum húsini. Fíggjarnevndin hevur síðani viðgjørt málið og samtykt at taka undir við tilmælinum, og á býráðsfundi hóskvøldið samtykti býráðið einmælt at selja Mentamálaráðnum húsini fyri 2,5 milliónir krónur.