Mladic koyrdur úr rættarhølinum

Fyrrverandi bosniaserbiski generalurin Ratko Mladic var í ringum skørum, tá hann kom fyri krígsbrotsmannadómstólin í Haag í dag. Hann breyt dómaran av fleiri ferðir, og endin varð, at vaktarmenninir fingu boð um at koyra hann úr rættarhølinum.

Áðrenn hann varð koyrdur út, kravdi Mladic at fáa ein annan verja ístaðin fyri tann serbiska sakføraran, sum dómstólurin hevur tilnevnt. Dómarin svaraði, at hann skuldi kanna, um tað bar til at finna ein annan verja.

Á rættarfundinum í dag skuldi Mladic boða frá, um hann játtaði seg sekan í ákærunum ella ikki. Tað fekk hann ikki stundir til at svara uppá, áðrenn hann varð rendur á dyr, men dómararnir staðfestu hansara vegna, at hann noktar seg sekan.

Tann 69 ára gamli Mladic er ákærdur fyri fólkadráp, krígsbrotsverk og brotsverk ímóti mannaættini í borgarakrígnum í Bosnia í árunum frá 1992 til 1995. Meiri enn 100.000 dólk doyðu í krígnum.