Sosialurin, við stóra eykablaðnum VINNAN, er farið til prent seinnapartin, er at fáa í høvuðsstaðnum í kvøld og verður úti kring landið í morgin.
Sosialurin náddi ikki vanliga prentstart og harvið útbering hjá Posta í dag. Stutta orsøkin var mjørkin í Vágum. Ikki tí at blaðið verður prentað uttanlands, men tí at flestu av starvsfólkunum í Miðlahúsinum vóru við flogfarinum, sum ikki fekk lent í Vágum í gjárkvøldi. Ørindini uttanlands vóru ein hugnaligur starvsfólkatúrur.
Hóast tað mesta av blaðnum varð gjørt niðurfyri, so bar av givnum orsøkum ikki til at gera blaðið liðugt fyrrapartin í dag. Men blaðið bleiv so gjørt liðugt seinnapartin og er at fáa í leysasølu í høvuðsstaðnum í kvøld. Blaðið verður borið út til haldarar og til leysasøluna kring landið í morgin. Vit biðja haldarar og lesarar halda okkum til góðar seinkanina.
Við Sosialinum hesaferð er vinnublaðið VINNAN, ið kemur út mánadagar um mánaðarskiftið. Vinnuprofilurin hesaferð er Gunnar Justinussen, sum heitir á føroyingar um í størri mun at síggja Ísland sum sín heimamarknað.
Eisini seta vit sjóneyguna á Fiskavirking, nú trotabúgvið er um at vera gjørt upp. Fyri fyrstu ferð síðani húsagangin loysir fyrrverandi stjórin á Fiskavirking, Meinhard Jacobsen, frá posabandinum og greiðir frá um síðstu tíðina, áðrenn Fiskavirking stongdi og 800 fólk mistu arbeiðið.
VINNAN, ið er 32 blaðsíður, fæst saman við Sosialinum ídag. Blaðið fæst í leysasølunum í høvuðsstaðnum í kvøld, og er av áðurnevndu orsøk úti hjá haldarum og í leysasølunum kring landið í morgin. Somuleiðis kann blaðið keypast online við at TRÝSTA HER.