Veður má sær ráða og fríggjadagin ráddu veðurgudarnir fyri, at flogfarið við einum høvuðsnavni á G! ikki lendi til ætlaðu tíð, og at framførsla teirra var sera nógv seinkað av tí sama.
Hetta argaði allar flestu tónleikaáhugaðu føroyingarnar í landinum, men munnu fleiri við teimum argast og kanska einamest undrast á veðrið sum tað skikkar sær í hesum døgum. Síðani einaferð miðskeiðis í farnu viku hevur ein dýna av mjørka fjalt oyggjar okkara og sambært Petur Skeel, veðurfrøðingi, er lítið og onki, sum gevur ábendingar um, at hetta fer at broytast næstu dagarnar.
- Tað verður ongin broyting í veðrinum komandi dagarnar, og í løtuni sær tað út til, at hetta veðrið kemur at halda sær til annan ólavsøkudag. Luftin er so heit og tað er orsøkin til nógva mjørkan. Og tá so ongin vindur er heldur, kemur mjørkin at liggja sum hann ger í løtuni, veit Petur Skeel at siga.
Petur Skeel sigur víðari, at ættin í løtuni er í millum eystan og sunnan, og at mjørki, sirm og æl fara at merkja komandi dagarnar.