Fleiri flogfør eru seinkað í dag orsaka av mjørka vesturi í Vágum. Longu í gjár mátti eitt flogfar hjá Atlantsflog úr Keypmannahavn sendast til Bergen og hetta hevur við sær, at fleiri flogferðir í dag longu eru seinkaðar.
Tí er flogfarið hjá Atlantsflog, sum skuldi lenda klokkan 13.40 útsett til 17.10, og tað, sum skuldi lenda 19.55 er útsett til 23.50. Av somu orsøk eru fráferðirnar út Føroyum klokkan 08.00 og 14.35 útsettar til 12.00 og 18.00
Men tað er framvegis mjørki í Vágum og tí hevur SAS longu avlýst sín túr í dag.
Fleiri flogfør hjá Atlantsflog, sum skuldu lenda í morgun, eru eisini útsett. Flogfarið úr Reykjavík, sum skuldi lenda klokkan 11.40, leitaði leingi eftir einum holi í skýloftinum, men megnaði at seta seg fyri løtu síðani. Flogfarið úr Bergen, sum er tað úr Keypmannahavn, sum bleiv útsett í gjár, hongur eisini yvir okkum og vónar at fáa sett seg skjótt.
Flogfarið úr Keypmannahavn, sum skuldi lenda 17.40 er nú eisini útsett til 18.25.
Fráferðin úr Vágum til Keypmannahavn klokkan 12.30 er fyribils útsett til 13.15, fráferðin til Billund er útsett frá 18.30 til 19.15 og fráferðin til Keypmannahavn er útsett frá 20.45 til 01.15.