Mjølnir-Fleyr 3-0: Avgerandi bóltarnir og samrøður (FM1)

(FM1) Hoyr avgerandi bóltarnir, og hoyr samrøður við beiggjarnar, Róa (Fleyr) og Dávið (Mjølnir) Hentze

Mjølnir liggur trygt á odda í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti. 

 

Í dag gjørdist talan um ein 3-0 heimasigur á Fleyr í Badmintonhøllini í Klaksvík. Settmunurin var 25-21, 25-22 og 25-21. Fleyr var serliga væl við í øðrum setti, men Mjølnir hevði tað sum skuldi til at knógva Fleyr í tí settinum eisini.

 

Mjølnir hevur 21 stig, SÍ átta stig, Fleyr sjey stig og ÍF hevur trý stig. Í morgin klokkan 15 spæla SÍ og ÍF í Sørvági.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. John Kári "Gaja" í Brekkuni var viðmerkjari.


2) Hoyr Gaja í Brekkuni taka samanum settini og samanum allan dystin. 

 

3) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við beiggjarnar, Dávið Hentze hjá Mjølnir og Róa Hentze hjá Fleyr.

 

Beiggjarnir Hentze eru samdir um, at tað verða Mjølnir og Fleyr sum møtast í báðum finalunum, hóast SÍ er frammanfyri Fleyr í løtuni.