Mjólkneyt mugu víkja fyri gravkúm

Beate L. Samuelsen, býráðslimur í Havn

Í býráðnum í Havn verður landbúnaðurin ikki virdur. Við eini samtykt á býráðsfundinum hóskvøldið skal ítróttarhøll byggjast á dyrkaðum lendi á Argjum. Bóndin má við sínum mjólkineytum víkja fyri gravkúgvum


Á Argjum búgva nú so nógv fólk, at har skal byggjast ein ítróttarhøll. Alt gott um tað. Eina ítróttarhøll skulu tey sjálvandi hava, men tað átti at borið til at funnið eitt annað hóskandi lendi har úti til hesa bygging enn júst dyrkaða lendið, sum bóndin hevur velt til bø sum fóður til síni mjólkineyt.
Skal umrødda lendið brúkast til at byggja ítróttarhøll á, krevur verandi byggisamtykt eina broyting. Tað var henda broyting av galdandi samtykt, Tórshavnar býráð á fundinum hóskvøldið samtykti at fremja.
Við 12 atkvøðum fyri og einari ímóti, nevniliga atkvøðuna hjá undirritaða, samtykt býráðið at broyta samtyktina, og við hesum koma gravkýr at mynda bøin í staðin fyri livandi kýr.
Tá sama mál var fyri í býráðnum í vár, var tað einmælt samtykt. Eisini eg tók undir við tí tá, við tí sjálvfylgju, at bóndin sjálvandi var kunnaður um tað, sum henda skuldi.
Men tað var hann ikki, vísir tað seg nú. Og tí kann eg ikki taka undir við bygging av ítróttarhøllini á dyrkaða bøin.
Í brævi sent býráðslimum tíðliga í summar, greiddi bóndin okkum frá, at hann fyrst frætti um ætlanina hjá býráðnum at taka velta bøin frá honum í fjølmiðlunum. Eingin hevði kunnað hann um ætlanina. Hann noyddist sjálvur biða um fund við umsitingina og teir býráðslimir, sum hava arbeitt við málinum.
At hann mótmælti, skilji eg væl.

Føðigrundarlagið burtur
Talan er um dyrkilendi, sum hoyrir til festið hjá bóndanum. Sambært løgtingslóg um landsjørð frá 17. mai 2004 stendur í grein 10, at øki, ið Búnaðarstovan selur av landsjørð at byggja á, skal fyrst og fremst umfata ódyrkaða jørð.
Umrødda dyrkaða lendið er partur av bøi, sum er grundarlagið fyri, at at bóndin kann hava mjólkineyt. Skulu vit her í landinum hava nakran sum helst møguleika at geva børnum okkara góða, fríska føroyska mjólk, so kann hetta ikki gerast, tá vit taka føðigrundarlagið undan mjólkineytunum.
Og tað er júst tað, sum Tórshavnar býráð gjørdi við broytingini av samtyktini hóskvøldið í farnu viku. Hetta er ein liður í samlaðu almennu byggiætlanini hjá Tórshavnar kommunu. Tað vita vit, men ein ítróttarhøll á Argjum kann saktans byggjast onkra aðra staðni á Argjum enn beint á einum uppdyrkaðum lendi.
Eitt kolossalt arbeiði er lagt í umrødda lendið, sum núverandi bóndin og pápi hansara, sum eisini var bóndi, hava lagt í jørðina, sum teir hava drenað og bøtt um
síðani 1980, so at bøurin er góður í dag.
Havnin er ikki tann parturin av Føroyum, sum er mest kent fyri jarðarbrúk ella neytahald.
Seinni árini hevur nógv verið gjørt fyri at menna mjólkaframleiðsluna í Føroyum og samstundis minka um innflutningin av útlendskari mjólk. Hetta hevur fyri eun part eydnast.

Lógin skúgvað til viks
Tá vit í Tórshavnar býráð leggja á veltað bøin, skerja vit møguleikarnar hjá bóndum at hava mjólkineyt og harvið minka vit um føroyska mjólkaframleiðslu og økja aftur um innflutningin av útlendskari mjólk.
Tað er ikki eitt serliga jaligt tekin at geva smærru kommununum, sum lagt hava saman við okkum seinnu árini.
Kúgvin, vit mest kenna til her, man vera gravkúgvin. Tað sær út til, at vit her í býráðnum hava so lítla virðing fyri tí sindri av jarðarbrúki sum eftir er í kommununi, at lendi skal ofrast til frama fyra eina ítróttarhøll.
Eg havi einki ímóti eini ítróttarhøll. Sjálvandi skulu Argir, sum er vaksin til ein stóran og fólkaríkan bý í býnum, hava eina ítróttarhøll, sum er hóskandi til tann aktivitet, sum okkara ungfólk íðka og venja í dag. Ongantíð ov skjótt. Men at høllin skal byggjast á dyrkaðum lendi, sum verður brúkt til mjólkaframleiðslu, tað havi eg nógv ímóti.
Tað mátti verði eitt minstakrav, at býráðið og byggi- og býarskipanarnevndin kunnaðu bóndan á staðnum um ætlanina um at ognartaka stóran part av uppdyrkaðu jørðini.
Við byggingini av eini ítróttarhøll á dyrkaða jørð, ganga vit beint ímóti eini galdandi løgtingslóg.