Mjólkarvirkið Búnaðarmanna harmast um, at tað er nevnt í einum tíðindaskrivi frá Tórshavnar Kommunu um vatn, sum er dálkað við bakterium.
- Vit hava altíð trygdina í hásæti, sigur Mjólkarvirkið.
Tey siga, at MBM eitt av støðunum, har Tórshavnar kommuna tekur vatnroyndir.
- Í sambandi við bakteriurnar, sum nú eru funnar, merkir hetta ikki, at tær hava sín uppruna á MBM, sigur MBM
Tvørtur ímóti hava tær sín uppruna frá vatnveitingini.
MBM fær sostatt eisini dálkað vatn frá vatnveitingini í Villingardali, eins væl og øll onnur í Hoyvík.
- Men í framleiðsluni á MBM kemur vatnið tó ongantíð at mjólkini.
- Kortini verða tangar og rør sjálvandi vaskað við vatni, men hetta vatnið verður sóttreinsað áðrenn nýtslu.
Mjólkin verður eisini kannað og tað verður hon aftur, tá ið hon er útgingin av søludegi.
- Hesar kanningar hava ikki víst nakrar óviðkomandi bakteriur í framleiðsluni, sigur
Meginfelag Búnaðarmanna.