Fyri 25 árum síðani varð lutafelagið Meginfelag Búnaðarmanna, fyrst kalla Mjólkarvirkið Búnaðarmanna, sett á stovn.
Hátíðarhildið var fríggjadagin í sambandi við sjálvan stovningardagin, hóast sjálvt Mjólkarvirkið ikki byrjaði fyrr enn tann 1. apríl 1980.
Heilt fitt av fólki hevði leitað sær niðan á Mjólkarvirkið fyri at hátíðarhalda dagin saman við stjórum og starvsfólkum.
Veitsla var annars í Hósvík leygardagin fyri starvsfólki og bóndum.










