Mjólk, Roksimalena og ein fantasibók

Tríggjar uppruna føroyskar bøkur eru nú komnar út á marknaðin. Bøkurnar eru barnabøkur og eru tær allar serstakar á hvønn sín hátt

Útgáva: "Margreta og mjólkin", "Í Geyma" og "Geislasteinar" eita bøkurnar. Høvundarnir eru Sigga Vang, Dánial Hoydal og Sólrún Michelsen.
Margreta og mjólkin er ein smábarnabók. Hon er ætlað børnum undir skúlaaldur. Bókin vísir á einfaldan og stuttligan hátt, hvaðani mjólkin kemur. Heilt frá kúnni og til hon stendur klár á borðinum í einum mjólkapakka. Bárður Oskarson hevur myndaprýtt bókina, og hon er umbrotin og prentað hjá Einars Prent. Margreta og mjólkin kostar 50 krónur í bókahandlunum.
Í Geyma er ein barnabók, væl egnað at lesa upp fyri børnum um seks ára aldur og eldri, og allar barnsligar sálir fara ivaleyst eisini at trívast í Geyma. Í Geyma gongur fyri seg í hundanstíðini og har hitta vit Roksimalenu, Hermus, Svansibob, Tíðindafróða og nógv, nógv onnur. Bókin er bygd uppá orðaspæl, har orð, sum ongin veit, hvaðani tey koma, eru sett upp á ein skemtiligan og barnsligan hátt. Hanni Bjartalíð hevur teknað myndir til bókina, meðan Hestprent hevur umbrotið og prentað. Bókin um Hermus, Svansibobb og øll hini er 166 blaðsíður og kostar 140 krónur í bókhandlunum.
Triðja bókin, Geislasteinar, er ein fantasibók. Hon er onnur bókin í eini fantasirøð. Í 1999 kom fyrra bókin, Hin útvaldi, út. Sjálvt um bókin er eitt framhald, so ber væl til at lesa bøkurnar hvør sær. Edward Fuglø hevur teknað myndirnar í bókini, eins og kápumynd. Henda bókin er eisini prentað og umbrotin á Hestprent. Geislasteinar fæst nú til keyps í bókhandlunum og kostar hon 125 krónur í bókhandlunum.
Til ber at síggja allar upprunamyndirnar til tær tríggjar bøkurnar í Smiðjuni í Lítluvík, har Hanni Bjartalíð eisini sýnir fram egnar myndir.