Ikki einans føroyingar eru savnaðir til Míttland í dag. Dietmar Schmidt úr Týsklandi var komin ein túr at lurta eftir føroyskum tónleiki á Amager.
Dietmar er leiðari fyri Discart í Danmark, sum er ein fløguútgevari, sum síðstu nógvu árini hevur framleitt hópin av føroyskum fløgum.
- Eg havi kent Kristian Blak úr Tutl í skjótt 30 ár, og vit hava øll hesi árini havt eitt gott samstarv. Hvørt ár framleða vit einar 60 føroyskar fløgur, so tað er nakað yvir eina um vikuna, sigur Dietmar, sum stendur fyri 300 skandinaviskum útgávum árliga.
Tá man framleiðir so nógvar fløgur sum Dietmar, so ber ikki til at lurta eftir øllum.
- Av øllum teimum framleiddu fløgunum lurti eg eftir umleið einum triðingi, sigur Dietmar, sum bara hevur góð skoðsmál at geva føroyskum tónleiki.
- Tað er heilt ótrúligt, at tit í Føroyum kunnu gera so nógvan góðan tónleik, tá man hugsar um tykkara fólkagrundarlagi.Føroyskur tónleikur hevur eitt ótrúliga høgt støði, sigur Dietmar, sum hevur ein serligan føroyskan favorit, nevniliga Eivør.
Dietmar hevur ongantíð verið í Føroyum, men Gissur Paturson hevur boðið honum til Míttland.
- Hetta er eitt ordiliga flott tiltak. Tónleikurin, umhvørvið og alt riggar ordiliga væl, sigur Dietmar og skoytir uppí.
- Næsta ár ætli eg mær at koma til Føroya at hoyra føroyskan tónleik í Føroyum. Tað havi eg nevniliga lovað Gissi, sigur Dietmar flennandi at enda.









