Stóri tónleikadagurin Míttland ber ikki bert brá av føroyskum tónleiki. Umframt tónleikin eru eisini fleiri básar settir upp, har gjørligt er at fáa føroyska vøru av ymsum slag.
Millum básarnar eru eitt nú Sirri og Jórunn D við føroyskum pløggum, Birgir Enni fer at borðreiða við fiskasúpan, breyð við føroyskum viðskera er eisini at fáa, umframt at gestir hava møguleika at vitja básarnar og fáa eitt prát við fólk frá Føroya Tele, Bank Nordik og Atlantsflogi.
Sostatt hevur alt tónleikatiltakið dám av tí heimliga og føroyska.










