Tað verða fleiri, sum fara at kappast um forsetauppstillingina hjá republikanarunum til næsta forsetavalið í USA. Í dag kunngjørdi Mitt Romney, at hann ætlar sær at liggja framvið.
Mitt Romney var eisini við í kappingini hjá republikanarunum í 2008, men mátti lúta fyri John McCain, sum seinni tapti sjálvt forsetavalið ímóti Barack Obama.
Eygleiðarar í USA vænta, at guvernørurin í Minnesota, Tim Pawlenty, er á veg við einari kunngerð um, at hann ætlar sær eisini at dyrgja eftir uppstillingini hjá republikanarunum.










