bókaummæli
Annfinnur í Skála:
Heimurin Forni 2
»Ferðin til Zambora«.
Umslag: Hannis Egholm. 267 bls. Sprotin 2000.
At vera við í einum ævintýri, filmi ella telduspæli - virtual reality ? er eitt tema í nýggju skaldsøguni eftir Annfinn í Skála, har drongurin hugsar:
»At lesa um ævintýr var eitt, men sjálvur at vera við í einum ævintýri, sum vit og skil segði var vitleyst, ein dreymur ella rættari ein marrudreymur, tað var nakað heilt annað.«
Heimurin forni er skaldsøga til stór børn, ung og vaksin. Hon er í tveimum bindum, fyrra bind eitur »Hjá dvørgum í Níðafjøllum« og seinna »Ferðin til Zambora«. Tað er stórhending í føroyskum bókmentum, at ein so modernað skaldsøga skrivað á føroyskum kemur út. Ævintýrsøga stendur fremst, Heimurin forni er nevniliga mitt í tí ráki, sum vit uppliva á bókmentaøkinum. Tað yvirnattúrliga, gandaheimur og gandaverur, uttanjarðarverur ella aliens. Vit lærdu at lesa tað við Tolkien, hansara hobbar og Lisa í Leikalandi eru klassikarar. Seinni eru x files og aliens filmar vorðnir partur av okkara gerandisdegi, hvør hevur ikki grundað um tíðarmaskinur og tíðarlummar, og ævintýrsøgan hevur eisini nógv saman við telduspølum.
Annfinnur í Skála kennir alt hetta og dugir at gera eina spildurnýggja føroyska ævintýrsøgu við øllum hesum í huga. Millumtekstleikin umfatar t.d. Føroyingasøgu, íslendingasøgur, indianarafilmar og krígsfilmar: »Kjartan kom knappliga at minnast ein gamlan, spennandi krígsfilm við Richard Burton og Clint Eastwood. Hann æt Arnarreiður, gjørdi hann ikki? Spennandi filmur!« (Bind 1, bls.170)
Kjartan og Hallbera eru tvey 18 ára gomul ungfólk, sum enda í eini fornari tíð, tey verða tikin av dvørgum og send eina sera vandamikla ferð. Endamálið er at bjarga heiminum undan rangaroki. Umframt dvørgaheim, vitja tey eisini álvaheim og tann ræðuliga staðin Xalar í vargmannalandi. Á vegnum fáa tey hjálp frá bóndanum Oddvaldi og syni hansara Arngrími, sum kemur við teimum. Tey verða tikin til fanga ? fyrst Hallbera og seinni Kjartan ? men eftir nógv brøgd og nógvar listir sleppa tey heim aftur. Ferðin er sera spennandi, og lesarin livir seg inn í ævintýrheimin.
Umhvørvið, bæði náttúran og hús og borgir eru sera nágreiniliga og realistiskt lýst, til dømis í bindi 1 bls. 157 og 213. Eitt kort er sett fremst í bókini, so at vit fáa fylgt Hallberu og Kjartani á ferðini.
Lýsingin av tí falska smílandi høvuðsmanninum hjá tí ónda Zaroki kongi minnir um myndir av hermonnum ella herførarum frá seinni tíðum, og miðaldarkenda og vápnini skapa óhugna. Nógv av søgugongdini hevur sínar paralellir í okkara egna heimi og okkara egnu tíð ella stutt undan okkara tíð ? eisini føroyskari søgu.
Eitt sum er serstakliga hugfangandi við bókini er málið ella rættari sagt málini. Tað føroyska er lýtarleyst, samstundis sum tað spælir sær við munin á talaðum máli anno 2000, sum Hallbera og Kjartan tala og so málinum eini 1000 ár frammanundan, sum Arngrímur tosar. Soleiðis fær høvundurin á jaligan hátt gjørt viðmerkingar til føroyskt nútíðarmál sum eitt framhald av elligomlum máli, og sum allatíðina er í broyting. Fleiri orðapør eru nevnd í hesum sambandi, tí at Hallbera og Kjartan mega týða talumálsorðini fyri Arngrími ? t.d. idé ? hugskot; farligir ? vandamiklir. Og hinvegin nýtir Arngrímur orð sum ikki eru so eyðskild hjá hinum báðum eitt nú fáa eftirlæti ? vera forkelað.
Eisini nútíðarføroyingar tosa ymiskt sínamillum t.d.sigur tann romantiska Ingibjørg »sum her er vakurt«, tá ið tey eru útferð og: »her er pent, ha?« sigur Áki um sama landslag. Eitt annað málsligt stílbrigdi í bókini er orðafellini, t.d. leggja sjógv ímillum, binda um heilan fingur, bera blak fyri eyguni á ? her sæst orðabókarmaðurin Annfinnur rættiliga dusa sær.
Málið er fjølbroytt við einum pedagogiskum tanka aftanfyri. Staðarnøvnini eru eisini nakað fyri seg, eins og í veruleikanum eita steinar og gjáir eftir, hvussu landslagið sær út ella hendingum, sum har eru farnar fram, enn eitt dømi um, hvussu vandaliga høvundurin arbeiðir.
Enn meiri forkunnugt er, at spildurnýggj mál (ella rættari sagt elligomul, nýliga uppdagað mál) verða løgd fram í bókini ? dvørga-, álva- og vargmannamál. Tey bæði Hallbera og Kjartan skilja ikki hesi mál, og tað ger lesarin heldur ikki, tað elvir óhugna og økir spenningin, tá ið hesir óhugnaligu vargmenn, sum eru úlvar, sum eru umskaptir til menn práta saman yvir høvdinum á teimum, sum í hesum broti tá ið Kjartan er tikin til fanga.
»Zarok kom inn og setti seg í hásætið. Tá ið hann hevði sett seg, leit hann kaldliga út yvir mannamúgvuna, so gav hann tekin við veldisstavinum, og dyrnar við vestara endaveggin brustu upp, og Kjartan varð skumpaður fram eftir gólvinum. Hann var ikki bundin, men fekk illa gingið, so hann varð bæði styðjaður og sjúgvaður frameftir.
Fólk eygleiddu hann. Summi fóru á føtur fyri at síggja betur.
Við eitt skar mannamúgvan í róp ? Braatisak hinnizi kunderu! dundi stevfast í riddarasalinum.
Zarok hevjaði veldisstavin, og aftur var deyðakvirt« (bls. 74) og seinni:
»Meðan teir prátaðu og drukku, fór hundurin yvir til Zarok við kjøtbeininum í kjaftinum. Hann læt við halanum. Zarok klappaði honum uttan at hyggja niður, men tá ið hann kíndi honum um trýnið, varnaðist hann, at Daka hevði okkurt í kjaftinum. Hann hugdi niður og sá beinið. Hann sprakk so algoystur á føtur, at steypið hvølvdist, og vínið rann út á borðið ? Sakkugatim Dakhis stratta! Hann leit aftur at Horuki ? Kannuliz varna!
Horuk fór beinanvegin út.
Lítla løtu seinni kom Horuk innaftur saman við øðrum vaktarmanninum.
Zarok segði harðmæltur ? Psinni un psinnar utasta anazatatos, veilka sattanukk?
Hallbera sá bara vangan á vaktarmanninum, men hon skilti á lagnum, at hann var ræddur.« (bls.59)
Fremst í bókini eru setningarnir á hesum fornu málum týddir til føroyskt, men teir eru ikki so nógvir, at tað elvir til, at tú missir tráðin.
Annfinnur í Skála hevur í fleiri ár arbeitt við orðabókum, og hetta kemur til nyttu her, hansara áhugi fyri etymologi og stóra málsliga vitan eru sjónsk í hesum langt síðani útdeyðu málum. Málini eru heilt týðiliga av germanskari rót og hava fjølbroytt bendingarlag.
Persónalýsingin er væleydnað, sambandið ímillum Hallberu og Kjartan broytist, tey verða væl og meiri enn væl. Tey eru bæði skúlanæmingar, og lærarin Annfinnur í Skála fær eisini prógvað, at skúlakunnleiki kann vera hentur í vandans stund.
Stuttligt er eisini at síggja, at høvundurin arbeiðir medvitað við kynsrollumynstri við at lata dreingin og gentuna tjakast um slíkt og eisini við at lata tey kappast á jøvnum føti, og í álvaheimi eru bara konufólk ella konuálvar í ovastu leiðslu eins og tað bert eru menn í leiðsluni í Skuggana landi. Vit hitta eisini foreldur teirra, og sjónarhornið skiftir ímillum nógvar persónar. Foreldrini eru í Havn ár 2000, so søgan hevur eisini eitt »Back to the future« tema.
Tá ið Hallbera og Kjartan eru komin heim, siga tey frá síni ferð:
»Símun segði, at hann hevði eisini ilt við at trúgva søgu teirra, men hon hekk so væl saman ? eisini í smálutum, so hava tey pentað hana saman, so mugu tey hava fyrireikað seg í langa tíð.« (bls.202)
Eg veit ikki hvussu langa tíð Annfinnur hevur brúkt um at penta hetta saman, men søgan hongur væl saman eisini í smálutum, og eg hugsi, at Heimurin forni er ein virðiligur kappingarneyti hjá Pikachu og øðrum Pokémonnum og øllum teimum løgnu verunum, sum børn samla uppá.