Mitsubishi Outlander Comfort 2WD:

Nú kom aftur ein nýggjur Mitsubishi. Hesin Outlander er ein fimm persóna frítíðarbilur, sum fæst bæði við framhjólsdrift og sum 4x4. Bilurin er avgjørt eitt spennandi tilboð frá Mitsubishi

Mitsubishi Outlander er evropeiska útgávan av Mitsubishi Airtrek, sum verður seldur á amerikanska marknaðinum. Hesin Outlander sær avbjóðandi út við sterkum rør-viðførisstativum á takinum. Framman sær hann út, sum hann vil nakað við stórum Mitsubishi logo framman. Lyktirnar framman og aftan eru av nýggjasta sniðinum, har øll tey ymisku ljósini eru samlaði í somu lykt.
Bilurin er meira ein frítíðarbilur enn ein jeepur, við tað at hann fæst bæði sum framhjóldrivin og sum 4x4, eins og Toyota RAV og aðrir. Kanningar vísa at ein stórur partur av 4x4 "off-roadarunum" ongantíð koyra uttan fyri vanliga koyrivegin. Prísmunurin millum ein framhjólsdrivnan og ein 4x4 er 48.000 krónur fyri persónbilin og 37.000 krónur fyri vøruvognin. So kunnu fólk sjálvi velja, alt eftir hvat bilurin skal brúkast til.

Comfort og Sport

Koyrieginleikarnir eru merktir av, at øll fýra hjólini er óbundin av hvørjum øðrum hvat upphangum og fjaðraskipan viðvíkur, bilurin er sum ein vanligur persónbilur at koyra og arbeiðir sera væl á ósløttum undirlendi.
Innan er alt einfalt og vælvirkandi, man situr høgt og útsýnið er gott allar vegir, eisini aftur eftir hóast hann hevur eina nakkastúttu til hvørt av teimum fimm sitiplássum. Nakkastútturnar eru opnar og taka tí ikki so nógv av útsýninum. Instrumentini hava reyð tøl á ljósari bakgrund.
Outlander er ein tryggiur bilur við teirra egna RISE (Reinforced Impact Safety Evolution) karrossaríi, sum við ein samanstoyt gevur eftir har tað skal, og kabinan heldur sín form.
Bensinmotorurin er ein 2,0 litur 16V við 135 hk og koyrir frá 0-100 km/t upp á 10,7 sek. Bilurin verður gjørdur í útgávunum Comfort og Sport. Í hesi Comfort 2WD útgávuni er Outlander væl útgjørdur við t.d. klimaanleggi, el-síðuspeglum, el-síðurútum aftan og framman, og rygglenini aftan kunnu stillast. Annars er Outlander útgjørdur við øllum tí sum hoyrir til ein nútímans bil av hesum slagnum. Sum vørubilur er vørurúmið 1705 litrar.

Mitsubishi Outlander Comfort 2WD

Motorurin 2,0 litur 16V bensin við 136 hk

0-100 km/t 10,7 sek

Bensinnýtsla10,9 km/l (blandað koyring)

Dekkstødd215/60-16

Stødd ogvekt
Longd454,5 cm
Breidd175,0 cm
Hædd167,0 cm
Eginvekt1435 kg
Totalvekt1970 kg
Viðførisrúm402 litrar

Prísurkr. 252.000,- (5 pers.)
kr. 215.000,- (vørubilur)

Sølumboð Ivan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel.313666
www.ivan.fo