Mitch tók takplátu

-

Mitch hevndi seg mánakvøldið og mánanáttina, eftir at Sosialurin áðrenn deadline mánadagin staðfesti, at ræðuliga ódnin ikki longur hevði uppiborið at vera kallað ódn. Men ússaligu aldubrotini í Sandagerði, ið lógu sum grund fyri hesi staðfestin, skuldu vísa seg bara at vera ein lítil forrættur.

Seinni á kvøldið leyp Mitch nevniliga á.

Og sum sæst á myndini var eitt av offrunum ein takpláta á ítróttarhøllini á Hálsi. Sosialurin slapp heldur ikki so. Tað nyttaði lítið at renna hjá takrennuni á okkara húsum á Argjum. Her var ongin bøn. Við sínum 40 metrum um sekundið fór Mitch við takrennuni.

Størsti skaðin hendin annars í Skopun, har krani og arbeiðsskúrður fingu toyggið. Lukkutíð hendi tó ongin mansskaði av ógvusligu brestunum í Skopun.