Vandin fyri skaðaárinum av mammografikanningum er minst fimm ferðir størri, enn møguleikin fyri bata. Og enn er tað ongantíð prógvað, at hesar kanningar hava verið við til at minka um talið av deyðstilburðum av bróstkrabba.
Hetta eru bara nakrir av nógvum upplýsingum um mammografikanningar, sum verða hildnir aftur fyri almenninginum, sambært nýggjari kanning, sum stóð at lesa í Ugeskrift for læger í januar mánað. Kanningin vísir, at sum heild er kunningin so ófullfíggjað, at hon ikki livir upp til minstu krøvini hjá Etiska Ráðnum um ?Kunnað samtykki?, sum sigur, at ein sjúklingar eigur at fáa allar viðkomandi upplýsingar, áðrenn hann játtar at vera við í eini heilsukanning.
Greinin byggir á eina kanning, sum læknarnir Karsten Juhl Jørgensen og Peter C. Gøtzsche á Ríkissjúkrahúsinum hava gjørt av heimasíðum hjá 26 sjúklingafeløgum, almennum stovnum og brúkarasamtøkum, har kunnað verður um mammografikanningar. Út frá tí sannroynd, at 47 % av íbúgvunum í Danmark leita sær upplýsingar um heilsu og sjúku á internetinum, hava læknarnir kannað heimasíður í Danmark, Noreg, Svøríki, Australia, Canada, Stóra Bretlandi, New Zealand og USA.
Peningalig áhugamál
Elin Larsen, sjúkrarøktarfrøðingur, hevur lisið kanningina og vísir á, at sambært hesum er eitt av best vardu loyndarmálunum við mammografikanningum eftir øllum at døma vandin fyri óneyðugum diagnosum og harav viðgerðum. Sambært nýggjum granskingarúrslitum liggur talið á óneyðugum diagnosum á heili 30 % ella meira. Hetta merkir, at fyri hvørjar 1000 kvinnur, sum verða kannaðar í eitt 10 ára skeið, fáa fimm frískar kvinnur óneyðugu staðfest bróstkrabba, hjá tveimum verður bróstið tikið, meðan tríggjar fáa eina bróstvarveitandi skurðviðgerð.
Hóast vandin fyri álvarsligum skaðaárinum sostatt er fimm ferðir størri, enn møguleikin fyri bata, verður hann als ikki nevndur ella stórliga undirmettur á flestu heimasíðunum. Somuleiðis verður lítið og onki gjørt burturúr, at mammografikanningar sum heild hava við sær størru nýtslu av stráluviðgerðum, sum eisini eru tengdar at ávísum skaðaárinum.
Nomið verður heldur ikki við ta sannroynd, at 10% av kvinnunum ganga sálarliga tyngdar í mánaðvís eftir at hava fingið eitt falskt postivt svar frá kanningini, meðan heldur onki verður sagt um eina kanning, sum vísir, at út við 50 % av kvinnunum uppliva so stóra pínu undir kanningini, at tær nokta at vera við næstu ferð, tær verða innkallaðar.
Spurningurin er so, hví so nógvir stovnar og feløg velja at lata vera við at siga allan sannleikan um mammografikanningar. Elin Larsen vísir á, at sambært greinini er tað ongin ivi um, at peningalig áhugamál spæla ein týdningarmiklan leiklut fyri, hvørjir upplýsingar verða givnir, og hvussu teir verða settir fram. Øll sjúklingafeløgini, sum vóru við í kanningini, fáa peningaligan stuðul frá fyritøkum, sum hava fíggjarligan áhuga í mammografikanningum og møguligum fylgjandi viðgerðum. Eisini almennir stovnar, sum bjóða mammografikanningar, tykjast vera stýrdir av peningarligari játtan, sum setur ávís krøv til eitt nú talið á luttakarum.
- Samanumtikið tykist tað sum, at hesar kanningar fyrst og fremst eru ein verkætlan, sum skal eydnast, har sjúklingurin so má koma í aðru røð, heldur Elin.
Vitanin skal út til fólk
Elin Larsen undrast stórliga á, at so gott sum onki hevur verið at frætt her heima um ivasomu ella beinleiðis skaðiligu árinini av mammogarfikanningum, nú alt bendir á, at hesar kanningar skulu setast í verk í Føroyum.
- Eg eri neyvan tann einasta, sum havi fingið ta fatan, at mammografikanningar nærum bara eru av tí góða, og at útlitini fyri at gerast frískur av bróstkrabba økjast munandi við hesum kanningum. Ongin mynduleiki her í Føroyum hevur givið mær osøk til at seta spurnartekin við kunningina, eg havi fingið, og tí kom hendan greinin sera óvart á meg, tí hon gevur eina heilt aðra mynd av hesum kanningunum. Fólk hava krav uppá at vita, hvat tað er tey siga ja til, tá tey samtykkja at vera við í slíkum kanningum, og tí eiga hesir upplýsingar eisini at koma út til almenningin, sigur Elin. Hon leggur afturat, hetta møguliga setur okkum í eina tvíðstøðu, tá avgerðin um at seta hesar kanningar í verk skal takast, men tað frítekur okkum ikki fyri at gera vart við vansarnar.
- Við hesum sigi eg ikki, at vit ikki skulu hava mammografikanningar í Føroyum. Men eg haldi tað vera ábyrgdarleyst bara at fara í gongd uttan at kunna um og leggja upp fyri møguligum vansum, meðan vit enn hava møguleikan. Vísir tað seg so, at fyrimunirnir ikki viga upp ímóti vansunum, ja so er tað ein spurningur, um vit yvirhøvur eiga at seta hetta í verk. Nýggja kanningin gevur í øllum førum orsøk til at ivast, sigur Elin Larsen
Føroyskir mynduleikar positivir
Fyrr í ár heitti Føroya Felag móti Krabbameini á landsstýrismannin í heilsumálum, Hans Paula Strøm, um at fáa sett í verk regluligar mammografikanningar í Føroyum. Í svarinum, dagfest 17. februar í ár, boðaði landsstýrismaðurin frá, at hann var sinnaður at arbeiða fyri at hesar kanningar verða settar í verk her heima. Samstundis upplýsti landsstýrismaðurin, at áheitanin hevði verið til viðmerkingar á Landssjúkarhúsinum, sum eisini metti tað vera skilagott at fara undir hesar kanningar. Atfinningarnar móti mammografi-kannigum verða stutt nevndar, men álit verður sett á, at danska heilsustýrið fer at góðskutryggja kanningarnar betur, ?soleiðis at tær ikki skapa ótryggleika og óneyðugt arbeiði fyri sjúkrahúsini.?, stendur at lesa í skrivinum. Onki verður sagt um, at almenna kunningin um hesar kanningar ikki er í tráð við granskingarúrslit, og rættartrygdin hjá sjúklingum verður ikki nevnd.
Greinin, ?Information om brystkræftscreening på internetsider er ensidig og mangelfuld?, stendur at lesa í Ugeskrift for læger, nr. 2, 10. januar 2005
KASSA
Kunnað samtykki
Úr lógini um sjúklinga sjálvsavgerðarætt og ?rættartrygd.
ANORDNING NR. 827 FRÁ 30. SEPTEMBER 2002. OM IKRAFTTRÆDEN FOR FÆRØERNE AF LOV OM PATIENTERS RETSSTILLING
Informeret samtykke
§ 6. Ingen behandling må indledes eller fortsættes uden patientens informerede samtykke, medmindre andet følger af lov eller bestemmelser fastsat i henhold til lov eller af §§ 8-10. ( sipar til ómyndugar persónar, blaðkv.)
Stk. 3. Ved informeret samtykke forstås i denne lov et samtykke, der er givet på grundlag af fyldestgørende information fra sundhedspersonens side, jf. § 7.
§ 7. Patienten har ret til at få information om sin helbredstilstand og om behandlingsmulighederne, herunder om risiko for komplikationer og bivirkninger.