Mistu vatnið í Fuglafirði

Ein vatnleiðing brask klokkan 03 í nátt, men vatnið kom aftur um tvey tíðina í dag.

Ein vatnleiðing brask klokkan 03 í nátt, men vatnið kom aftur um tvey tíðina í dag.

 

Vatnleiðingin í Fuglafirði liggur í tveimum soleiðis, at ovari parturin fær sítt vatn beinleiðis úr keldu, meðan niðari parturin fær sítt vatn úr brunnum.

 

Tí ávirkaði tað ikki ovara partin av bygdini, tá ein vatnleiðing brast klokkan 03 í nátt.

 

Hetta førdi tó við sær, at niðari parturin av bygdini misti vatnið tíðliga í morgun, tá brunnarnir gjørdust tómir.

 

- Vit fóru undir av umvæla vatnleiðingina tíðliga í morgun, og tað arbeiði var liðugt um tvey tíðina. So nú skuldi vatnið komið aftur, sigur Pætur Joensen, verkfrøðingur hjá kommununi.