Gjáramorgunin fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bilur, sum koyrdi við viðfestivogni, misti rútaglas av vogninum.
- Tað var ein, sum sá, at glas datt av vogninum og segði okkum frá. Viðkomandi visti eisini at siga litin á bilinum, sum sleipaði vognin.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tað kann vera rættiliga álvarsligt, um slíkur flutningur ikki verður tryggjaður nóg væl.
Sum skilst á løgregluni, høvdu tey ikki funnið fram til bilføraran, sum misti glasið av vogninum.
- Um slíkt dettur av einum viðfestivogni undir flutningi, kann hetta saktans kosta eina treytaða frádøming av koyrikortinum.
Løgreglan minnir tískil bilførarar á, hvussu sera umráðandi tað er, at slíkur flutningur verður tryggjaður bæði væl og virðiliga.
Í gjár fekk løgreglan eisini eina fráboðan um, at eitt rør var losnað í einum rulluportri nærindis Effo-støðini í Kollfjarðardali.
- Slíkt kundi verið sera vandamikið, um illa vildi til. So skjótt, sum Landsverk fekk boðini, fóru tey á staðið, legði vaktleiðarin aftrat.











