Hans Pauli Strøm,
javnaðartingmaður
Eg ógvaðist við, táið eg las hesi beisku og illgitandi orðini hjá okkara landsstýrismanni í mentamálum, og havi síðani hvønn dag væntað, at onkur fór at tala at. Tað hevur ikki verið. Men tað skal so ikki.sleppa at standa uttan aftursvar, at ein av landsins kosnu monnum, einntá ein av fólksins hægstu tænarum, beinleiðis skýrir ta hálvu tjóðina fyri skutilsveinar hjá útlendskum valdi.
Í tí fyrsta brotinum í greinini skrivar hann um "tann politiska ríkisovastan í eindarstatinum Danmark", Nyrup altso. Og heldur so fram í næsta broti: "Hvørjar ónáðir kunnu føroyskir tjóðskaparmenn gera honum, tá slakur helmingur av hjálandafólkinum er hansara svornu lakajar, hansara treytaleysu viðspælarar?"
Tann "slaki helmingurin av hjálandafólkinum" - er tað øll tey nógvu, í veruleikanum tann størsti parturin av tjóðini, sum nýtir sín demokratiska rætt til at hava eina aðra hugsan um framtíðarstøðu Føroya, enn Torbjørn Jacobsen og hansara fólk ?
Eg haldi tað er ógviliga álvarsligt, at sjálvur landsstýrismaðurin í mentamálum ? og hann er landsstýrismaður, umboð og tænari fyri alt Føroya fólk ? við reinum orðum sigur, at helvtin av tjóðini er fíggindans lakajar ? nei ikki bara lakajar, men fíggindans "svornu lakajar, hansara treytaleysu viðspælarar" !!!
Er Torbjørn Jacobsen fullkomiliga farin frá vitinum at slongja slíka ákæru í skonina á teirri hálvu tjóð? Ella skal tað vera hansara ískoyti til politisku mentanina her á landi, at ein landsstýrismaður kann skíra ta hálvu tjóðina yvir ein kamb sum svornir skutilsveinar hjá útlendskum yvirvaldi?
Í greinini skrivar landsstýrismaðurin um samanbrestin á Christiansborg millum "føroyskar frælsisstríðsmenn" og "politiska ríkisovastan" Nyrup, at "hansara innari svínhundur av álvara kom í ljósmála". Tað sigst at djúpt í flestu okkara býr ein slíkur innari svínhundur. Tann fyrra helvtin av teirri stuttu greinini hjá landsstýrismanninum fær ein at spyrja seg sjálvan, um okkara landsstýrismaður í mentamálum ikki her misti teymarnar á sínum egna innara svínhundi.
Tað er í hvussu so er ongin ivi um, at slík skriving sum henda hjá landsstýrismanninum í mentamálum, ónd og illgitandi, appellerar til tann innara svínhundin í hesum ørvitisknokkunum, sum vit oftari og oftari hava sæð í bløðunum hesi síðstu tvey árini, við ágangandi persónligum álopum, brigsli og skuldsetingum móti politiskum fíggindum, um landasvik og annað líkt og ólíkt.
Í veruleikanum er tað ikki ov nógv kravt, at landsstýrismaðurin í mentamálum gekk í seg sjálvan og segði frá, at hann við slíkari grovari skuldseting móti teirri hálvu tjóðini var lopin framav, og bað um umbering.