Í gjár var løgreglan á ferð við ferðmátaranum fyri at kanna, hvussu skjótt bilarnir koyrdu. Og tey gjørdu eitt rættiligt hál, tí tað vóru nógvir bilførarar, sum koyrdu alt ov skjótt.
Tað var á landsvegi norðan fyri, at ferðslan varð kannað á einum strekki, har tað er loyvt at koyra 80. Løgreglan sigur, at seks bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman. Men so var tað ein, sum skilti seg heilt burtur úr, tí hann koyrdi heilar 135 kilometrar um tíman, so hann misti koyrikortið upp á standandi fót.











