Misti koyrikortið og fekk 3.000 krónur í bót

Í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar í Vágatunlinum

Seinnapartin í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar í Vágatunlinum og tað rakti fleiri bilførarar.

 

Løgreglan sigur, at 16 bilførarir fingu bøtur  fyri at koyra ov skjótt og tilsamans vóru bøtur skrivaðar fyri 20.000 krónur.

 

Nakrir bilførarar fingu eisini klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt.

 

Men serliga hjá tí eina bilføraranum varð galið, tí hann koyrdi heilar 136 kilometrar um tíman.

 

Hann misti koyrikortið á staðnum og umframt tað fær hann eisini 3.000 krónur í bót.