Hetta var ikki nóg gott. Tað staðfestir Bogi Gregersen, sum er ein av veteranunum á Skála liðnum, og sum gjørdi bæði málini ímóti HB.
- Vit fingu dreymabyrjan, og tað gekk hampuliga væl fyrstu løtuna, men so mistu vit takið, og tá ið vit góvu teimum útjavnandi málið, kendist tað eyka tungt. Eingin ivi var um, at teir vóru væl betri enn vit. Vit eiga at megna væl betri avrik enn hetta, heldur Bogi Gregersen.
Pauli G. Hansen var á Skála beinkinum, men lyklaspælarin varð ikki settur á vøllin. Hann hevur verið plágaður av bruna í hælinum, og á Skála vóna teir, at tað fer at bera Paula til at spæla hósdagin í Streymnesi.
- Pauli er sera týdningarmikil á so mangan hátt. Eingin ivi er um, at hann verður við til at lyfta avrikið í mun til tað, sum vit sýndu hesa ferð, heldur Bogi Gregersen.









