Missur helst koyrikortið fyri at koyra svakt

Ein bilførari er nú í vanda fyri at missa koyrikortið eftir eina lívshættisliga og svakligi yvirháling.

 

Tað var bilførarin á einum treylara, sum var á veg eftir vegnum ímillum rundkoyringina í Kollafjarðardali, og tunnilin, sum ringdi til løgregluna og meldaði ein annan bilførara fyri at koyra púra ørt.

 

Tað var seinnapartin í gjár, og førarin á treylaranum segði, at ein persónbilur hevði yvirhálað hann á veg niðan ímóti tunlinum, hóast ein bilur kom oman eftir. Yvirhálingin var so knívskorin, at bilførarin á bilinum, sum kom oman eftir, mátti snara dygst út í autoverjuna fyri at sleppa undan samanstoyti – og tað gekk akkurát.

 

Eina lítla løtu ringdi eisini bilførarin, sum var á veg oman eftir, til løgregluna, at melda sama tilburði. Hann var skelkaður av hendingini og greiddi frá at ein bilur hevði yvirhálað ein treylara púra óforsvarliga á veg niðan ímóti tunlinum, og at tað var um reppið, at teir stoyttu saman.

 

Løgreglan hevur avhoyrt báðar bilførararnar, sum meldaðu, og teir eru sinnaðir at møta upp í rættinum at vitna í málinum, og at greiða dómaranum frá, hvat teir sóu. Teir vóru eisini so umhugsnir, at teir tóku nummarplátuna á bilinum, sum yvirhálaði. Sostatt veit løgreglan, hvør hann er, og fer at seta seg í samband við hann seinni.

 

Løgreglan metur, at helst verður talan um, at hann missur koyrikortið, men í minsta lagi fær hann eitt klipp fyri óforsvarliga yvirháling.