Missiónshús fyri 9,5 miljónir krónur

- Arbeiðið at fáa nýggja missiónshúsið liðugt gekk betur, enn vit tordu at trúgva, sigur Rósing Thomsen, formaður fyri missiónshúsið á Strondum.

 

- Arbeiðið at fáa nýggja missiónshúsið liðugt gekk betur, enn vit tordu at trúgva, sigur Rósing Thomsen, formaður fyri missiónshúsið á Strondum.

 

Hann vísir á, at tey, sum sita í leiðsluni fyri húsið, undrast og eru sera takksom fyri tað stóra sjálvbodna arbeiðið, sum er gjørt og fyri tær mongu og stóru gávur, sum húsið hevur fingið.

 

- Tað hevur verið undrunarvert at verið við í hesum arbeiði og sæð, hvussu Guð gjøgnum ymisk menniskju og fyritøkur hevur signað húsið og arbeiðið, sigur Rósing Thomsen.

 

Leygardagin 24. februar varð nýggja missiónshúsið á Strondum vígt av Símuni P. Jacobsen, presti, og formanni í Kirkjuligu Heimamissiónini.

 

Á skránni var felagssangur, sangur við Barnakórinum og Effata, røður og frágreiðingar og annað, og endað varð við tjóðsanginum. Eftir henda partin av hátíðarhaldinum, varð bjóðað til nátturða í kjallaranum, har høvi var at bera fram heilsanir.

 

Stívliga 350 fólk vóru til vígsluna av missiónshúsinum.

 

Um húsið kann sigast, at tað er EM-ráðgeving, sum hevur teknað og TN-Bygging, sum hevur innilokað. Málarabeiðið og gólválegging er gjørt av fakfólki, meðan timbur, el, ljóð, ventilatión og hiti er gjørt av sjálvbodnum, sum hava fingið vegleiðing frá fakfólki.

 

Í 2012 varð spakin settur í, og sjálvbodnað arbeiðið byrjaði í 2015.

 

200 stólar standa í salinum, og 140 stólar kunnu standa í kjallaranum saman við borðum.

 

Nýggja missiónshúsið á Strondum er væl útgjørt við nýggjastu ljós- og ljóðútgerð. Haraftrat hevur tað ein stóran og góðan køk við allari útgerð.

 

Nú missiónshúsið nærum er heilt liðugt, kostar tað umleið 9,5 miljónir krónur, men tað er mett til 12 miljónir krónur. Skuldin er 3,5 miljónir krónur.

 

- Nú ein vika er farin, og ymisk tiltøk hava verið í húsinum, mugu vit siga, at tað riggar væl, og vit eru sera fegin um húsið, sigur Rósing Thomsen.

 

Í kvøld klokkan 21 byrjaði stórt ungdómsmøti, og seinnapartin í morgin sunnudagin verður familjumøti.

 

Annars verður missiónsvikan í komandi  viku, og tá kemur húsið at standa sína veruligu roynd.

 

- Øll eru vælkomin til møtini og til tað, sum annars er og verður á skránni í missiónshúsinum - og til at síggja húsið, sigur Rósing Thomsen í tíðindaskrivi sum er sent okkum í kvøld.