Helena Debes Højgaard
Leikurin, sum varð frumframførdur í 1996, verður næstu ferð framførdur á Álandi, har Birgitte Grimstad fer at vitja eftir páskir. Eftir hetta veit sjónleikarin ikki at siga, um »Missa mama« kemur á pall aftur.
- Nú fáa vit at síggja, um leikurin hevur sítt egna lív, sigur Birgitte Grimstad.
Seinnapartin sunnudagin hevði Birgitte Grimstad umleið 60 áhoyrarar, tá hon spældi og sang vísur í kaféini í Norðurlandahúsinum. Hugnaløtan var ókeypis, og tí undraðust fyrireikaranir á, at ikki fleiri høvdu leita sær til húsið.
Samstundis sum Birgitte Grimstad sang, varð tó eisini kabarettin yvir sangleikin »Barbara«, spæld í Sjónleikarhúsinum, og møguliga hevði hetta sína ávirkan.
Tá Birgitte Grimstad týsdagin fer úr Føroyum, er hon á veg heim. Tá hevur hon á hesi ferðini í Grønlandi og Føroyum framført leikin »Missa mama« fyri góðum 350 áskoðarum. Umframt hetta hevur hon í Grønlandi hildið skeið í ræddarvenjing og sungið á vísukaféum.