Nú gjørt er upp, hvussu stórt fráveruprosentið hevur verið hjá løgtingsmonnum, er formaðurin í Framsókn, Poul Michelsen, alt annað enn nøgdur við mátan, fráveran verður gjørd upp uppá.
– Eg var niðri í arbeiðsørindum, tá tingformaðurin brádliga kallaði inn til tingfund. Hetta var slett ikki fráboðað frammanundan, so tí hevði eg ongan livandi kjans at møta upp, sigur Poul Michelsen.
– Av tí at eitt mál skuldi avgreiðast í skundi, bleiv tað til fýra tingfundir ein dag, sum eg ikki fekk verið við til, og tí standi eg í hagtølunum til at hava verið burturi fýra dagar, sum er meira enn helvtin av tí, eg í veruleikanum havi verið burtur.
Løgtingsmaðurin vísir á, at tá tingfólk eru burturi í ørindum fyri tingið, verða tey skrásett sum fráverandi, umframt at tað sama kann gera seg galdandi, um fólk eru á fundum í løgtingsnevndum, so tí er fráveran misvísandi.
Hoyr samrøðu við Poul Michelsen við at trýsta á pílin undir myndini.