Misnýtsla av rúsdrekka og tey avvarðandi

?Rætturin til tað góða lívið?. Hetta er heitið á tiltaki, sum Blái Krossur Føroya skipar fyri í Miðlahúsinum í kvøld klokkan 19.30. Ljós verður varpað á teir trupulleikar misnýtsla av rúsdrekka hevur við sær fyri tey avvarðandi hjá misnýtarum.

Tíðindaskriv

Vit góðtaka, at mamma og pápi kunnu drekka rúsdrekka. Sum samfelag góðtaka vit, at fólk hava frælsi at drekka - og at drekka seg full. Men við hesum verða vit eisini noydd at hava í huga, at nýtsla av rúsdrekka kann taka tað góða lívið frá teimum nærmastu - teimum avvarðandi.

Ætlanin við tiltakinum í Miðlahúsinum er at varpa ljós á teir trupulleikar rúsdrekka hevur við sær, ikki fyri misnýtaran, men fyri tey, sum eru um hann - tey avvarðandi. Hvørt tað so er ein maki, børn ella foreldur, so verða tey ávirkað av misnýtsluni hjá misnýtaranum. Hetta kann hava ógvusligar fylgjur á lív teirra.

Tiltakið í Miðlahúsinum verður skipað sum ein pallborðsfundur. Við pallborðið sita tvær kvinnur, sum á hvør sín hátt hava merkt, hvat tað er at liva saman við einum rúsmisnýtara, onnur sum maki og hin sum dóttir. Eisini sita umboð fyri Blákrossheimið og Heilbrigdi við pallborðið.

Tiltakið er alment, og høvi verður eisini at seta spurningar og gera viðmerkingar