SEV-fundur
Tað varð ikki alt rætt artborið á umboðsnevndarfundinum hjá SEV á Hotel Hafnia mánadagin, sigur Regin á Lofti, umboðsnevndarlimur. Serliga var tað atburðin, tá stýrið og stjórin vórðu víst av fundinum, hann ikki er nøgdur við.
Regin á Lofti heldur ikki, at tað var rætt, at stýrið og stjórin vórðu send av fundinum, tí tað gjørdi, at har manglaði rættiliga nógv í, tá fundurin varð hildin.
Hann sigur, at hann sjálvur og aðrir umboðsnevndarlimir við honum, høvdu fyrireikað seg til fundin við millum øðrum spurngingum til júst stjóran og stýrið. Spurningar um tey aktuellu málini, sum hava verið frammi um eitt nú embætisførsluna hjá stjóranum. Men av tí, at hvørki Klæmint Weihe, stjóri, ella stýrið, sluppu at vera á fundinum, sótu hesir, sum høvdu spurningar til teirra, innibrendir við teimum.
?Stjóri og stýri sluppu ikki at vera á fundinum, tí tað hava teir stutt og greitt ikki loyvi til, sigur umboðsnevndarformaðurin, Hans Tausen Olsen. Umboðsnevndarfundur er bara fyri umboðsnevndina. Skrivstovustjórin slapp at vera á fundi sum skrivari hjá nevndini. Men øll onnur skulu fara av fundinum.
Formaðurin tekur sær vald
Regin á Lofti ivast í, um tað er rætt, at umboðsnevnind er hægsta vald í SEV. Hann heldur, ikki minst við fundinum mánadagin í huga, at umboðsnevndarformaðurin er við at gerast ein ov máttmikil persónur í felagsskapinum. Hann setir umboðsnevndina til viks, heldur Regin á Lofti, umboðsnevndalimur.
Aftur vísir hann til, at tað kom áheitan frá einum umboðsnevndarlimi um at atkvøða um, hvørt stýrið og stjórin skuldu verða verandi á fundi. Men formaðurin vísti tí aftur við, at teir vóru longu farnir. Aftan á kundi so atkvøðast um teir skuldu koma innaftur. Og tann atkvøðugreiðlsan gav so tríggjar atkvøður í meiriluta til teirra, sum vildu hava stýrið og stjóran uttanfyri.
?Eg haldi, at tað var púra burturvið, at vit skuldu sita har og viðgera bæði stjórn og stýri soleiðis, uttan at fáa møguleika at spyrja tey um teirra viðmerkingar. Eg meini so við. Hevur tú driðið ein mann, sleppur tú rættin VIÐ sakførara at verja teg. Men hesir sluppu ikki. Og heldur ikki nakar sakførari, sigur Regin á Lofti.
Hans Tausen Olsen sigur, at tað var púra eftir forskriftunum, at stýri og stjóri vórðu biðin um at fara av fundi.
Hann hevur kannað mannagongdina hjá løgfrøðingum, og eingin hevur enn sagt honum annað enn, at tann framferðarháttur, nýttur varð mánadagin, var rættur, sigur umboðsnevndarformaðurin.
At stýri og stjórn ikki sluppu at verja seg, heldur hann heldur ikki vera rætt.
?Eg sendi teimum fimm brøv, har eg bað teir koma við sínum viðmerkingum. Stýrisformaðurin sendi umboðsnevdarlimunum eina frágreiðing, meðan stjórin sendi fýra síður, sum viðgjørdu mín persón. Tað fingu limirnir hósdagin, sum fundurin var aftur mánadag, so eg fekk ikki tíð at gera viðmerkingar til tað, sigur Hans Tausen Olsen.
Løgfrøðingakanningin
Eitt, sum hevur verið nógv frammi í málinum og embætisførsluna hjá SEV stjóranum, er tann løgfrøðingafrágreiðingin, sum gjørd er um embætisførsluna hjá Klæminti Weihe.
?Sagt hevur verið, sigur Regin á Lofti, umboðsnevndarlimur, at umboðsnevndin hevur biðið um hana. Men eg veit einki um, at nevndin hevur verið kallað saman til at taka støðu til eina slíka umbøn. Eg meini, at tað er formaðurin sjálvur, sum av sínum eintingum hevur biðið um hesa frágreiðingina. Og tað kann væl samanberast við, at Klæmint Weihe keypir vørur upp á nakkan á SEV uttan at siga leiðsluni frá. Tað hevur hann fingið átalu fyri, og eg haldi ikki, at umboðsnevndarformaðurin eigur at sleppa púra uttan eina slíka heldur, vísir umboðsnevndarlimurin á.
Til tað sigur Hans Tausen Olsen, umboðsnevndarformaður, at tað er rætt, at hann einsamallur hevur biðið um frágreiðingina, men hevur sett umboðsnevndina fyri hana.
?Tað havi eg rætt til sambært fyrisitingarlógini, sigur hann. Eg havi kannað málið gjølla við løgfrøðiligari ráðgeving, og tað er eingin ivi um, at har er rætt atborið.
?Eg skal sum formaður fyri umboðsnvndini fyrireika fundirnar hjá nevndini, og tað havi eg gjørt við hasi kanningini. Hon kuldi til fyri at lýsa málið, sum viðgjørt varð á fundinum. Tann parturin, sum viðgjørdur varð, fekk eisini møguleikan, sigur Hans Tausen Olsen, umboðsnevndarformaður.










