Avvarandi hjá teimum, sum doyðu, tá eitt flogfar hjá Air France datt niður á veg úr Brasil til París fyri næstan einum hálvum ári síðani, eru ikki nøgd við kanningina, sum skal staðfesta orsøkina til vanlukkuna.
Ein talsmaður fyri tey avvarandi hevur júst havt fund við fronsku skaðanevndina, og hann sigur, at nevndin hevur einki framstig gjørt síðani í juni.
Tey avvarandi hava illgruna um, at skaðanevndin veit meiri, enn hon vil siga, og tey vilja eisini vera við, at teir fronsku myndugleikarnir royna at verja Air France. Eitt ávegisúslit av vanlukkukanningini kemur ætlandi seinni í hesari vikuni.









