Suðurafrikanska løgreglan noyddist at skjóta við gummikúlum fyri at spjaða eina mótmælisgongu í býnum Johannesburg í gjár, og fleiri fólk vórðu tikin. Ein talsmaður fyri mótmælisfólkið sigur við Reuters, at fólk eru misnøgd við stjórnina og forsetan, Jakob Zuma.
Hann sigur, at forsetin og stjórnin hava givið fólkinum fleiri lyfti um betri livikor, uttan at nakað er hent.
Eygleiðarar siga tað vera óheppið fyri myndugleikarnar, at ófriðurin kyknar nú, tí um tríggjar mánaðir skal Suðurafrika skipa fyri heimsmeistarakappingini í fótbólti. Teir vænta, at ófriðurin kann versna upp undir kappingina.