Misjavnt føroyskt avrik í Luksemborg

Føroyska manslandsliðið hevur um vikuskiftið spælt tveir landsdystir í mini-kapping í Luksemborg. Fyrri dysturin endaði við greiðum tapi fyri Belgia, meðan seinni dysturin endaði við 26-26 javnleiki móti Luksemborg.

Leygardagin spældi landsliðið móti Belgia. Føroyar taptu dystin heili 36-22. Talan bleiv um ein nøkunlunda fyrra hálvleik og ein vánaligan seinna hálvleik.
Í fyrra hálvleiki megnaði Føroyar so dánt at fylgja við, hóast munurin gjørdist dekan ov stórur við hálvleikssteðg. Í seinna hálvleiki gekk av skriðuni og munurin bara øktist. Samanumtikið so var Belgia betri á øllum økjum og so var eisini týðiligt, at okkara lið ikki var samanspælt, skrivar heimasíðan hjá hondbóltssambandinum um dystin.
Føroyar spældu í 2003 tveir EM undankappingardystir móti Belgia. Tá var munurin væl minni á liðunum. Annar endaði við 22-22 javnleiki, meðan Belgia vann hin 24-17.

Javnleikur móti Luksemborg

Seinni dysturin var móti Luksemborg sunnudagin. Talan gjørdist um ein javnan dyst, har føroyska liðið var á odda næstan allan dystin. Í hávleikinum vóru okkara á við ikki færri enn seks málum, 8-14.
Í seinna hálvleiki helt føroyska liðið fram at verða odda. Seinastu løtuna var føroyska liðið á odda við tveimum, men í evstu løtu fekk Luksemborg tvey mál, meðan okkara einki fingu. Tí endaði dysturin við javnleiki 26-26.
Føroyar kundi og skuldi helst havt vunnið dystin, tá hugsað verður um støðuna í hálvleikinum og móti endanum. Hinvegin, so var tað gott at koma á talvuna, eftir ósigurin fyri Belgia.

Landsdystir:

Belgia-Føroyar: 36-22 (19-13)
Luksemborg – Føroyar: 26-26 (8-14)