Eitt blað í Eysturríki vil vera við, at løgreglan har er í ferð við at kanna skuldsetingar um, at ein maður skal hava stongt tvær døtur sínar inni og misbrúkt tær kynsliga í samfull 41 ár.
Løgreglan sigur, at maðurin, sum nú er 80 ára gamal, neyðtók døturnar í árunum frá 1970 til mai mánað í ár. Systrarnar eru nú 53 og 45 ára gamlar.
Blaðið Oerösterreichischen Nachrichten skrivar í dag, at tær báðar kvinnurnar sluppu leysar, eftir at tann eldra hevði gjørt mótstøðu og felt pápan í gólvið.